Avgjørt er at útseta leygardagsskúlan, og tískil verður farið í skúla sum vanligt, mánadagin 13. mars.
Sí “Ársætlan”

“…tiltakið ‘Besti Dansibólkurin 2023’, ið er ein dansikapping fyri børn og ung millum 8 til 16 ár. Kappingin verður í Dansifrøi í Tórshavn leygardagin 18. Februar 2023.
Endamálið við kappingini er at savna saman ung dansiáhugaði úr øllum Føroyum, at eggja til skapanarhug og uppbyggjandi samstørv, og at stimbra føroyska dansiumhvørvið. Kappingin er somuleiðis við til at birta upp undir skapanaríblástur, persónliga menning og nýggj vinarbond hjá ungu luttakarunum.
Í stuttum snýr kappingin seg um, at tey luttakandi skulu finna upp á egnan dans at framføra 18. Februar. Ongar royndir eru kravdar frammanundan. Vinnarin av kappingini fær 2.500 kr, …”
Í boð- og setningsbókini, síggja tit, hvar næmingarnir eiga at verða komnir í roknibókini.
Har eru eisini onnur boð um heimaarbeiði.
JavS
Skúlaleikir v/ Randi Kúrberg, í Nólsoyar skúla: Mikudagin 1. feb. 2023
Verið ílætin eisini at íðka ítrótt uttandura.
JavS
Hava tit roynt hesa “mynda-kotuna”?

Leggið til merkis:
Týsdagin 24/1 skal 4. fl. til Havnar kl. 7:15
og 6. fl. til Havnar kl. 8:15.
Báðir flokkar sleppa út aftur kl. 12:30.
Lærari er ikki við teimum.
Minnist til matpakka og mánaðarkort.
Forskúli, yngri bólkur, 5. og 7. fl. møta sum vanligt í skúlanum.
Jákup
Leygardagsskúli: 11. feb. 2023 er fluttur til 11. mars 2023.
Frí vegna leygardagsskúla er flutt frá 23. feb. til 13. mars 2023.
Vit hava vant ymisk smá “kvæði” í morgunsangi. Onkur næmingur hevur eisini roynt seg sum skipara.
Men, til SSS-dagin, fara vit eisini at kvøða Sigmunds kvæði yngra. Tí hava næmingar fyri at læra seg kvæði og hugaligt er eisini um tey tekna hvør sína myndarøð, ið myndar søgugongdina – soleiðis at lættari verður at kvøða við.
JavS
Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.
Starvsfólk og Perla ynska tykkum øllum eini gleðilig jól.
Fyrstilærarin